Enn eru eingi tekin um, at korona er við at hæsa av, tí enn verða nógvir tilburðir staðfestir. Landslæknin sigur, at í gjár vórðu 76 nýggir tilburðir staðfestir og tey hava øll fingið boð.
Annars vórðu 3.763 fólk kannað fyri koronu í gjár og smittutølini í gjár bera í sær, at nú eru tað 729 fólk í Føroyum, sum hava koronu og tíggju fólk eru innløgd á sjúkrahúsi. Samstundis eru 655 fólk í sóttarhaldi.
Annars sær út til, at hugurin at koppseta seg, er vaksin eitt sindur, tí í gjár vórðu 423 fólk koppsett. Nú hava 74,6 prosent av føroyingum fingið eina sproytu og 70,9 prosent hava fingið tvær sproytur.
Sum vit hava skrivað fyrr í dag, hevur sjúkrahúsverkið sett serlig tiltøk í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing og fyri at tryggja, at tey hava nokk av seingjaplássi, verður tað neyðugt at leggja fleiri fólk inn.
Les meiri um tað her: Korona: Seta nú enn fleiri tiltøk í verk á sjúkrahúsunum