##med2##
Í gjár gjørdi landsstýrið av at seta nýggj tilmæli í verk í royndini at berja koronu niður. Tilmælini verða sett í gildið leygardagin. Tað merkir, at til tá eiga vit at liva og virka eftir teimum tilmælum, sum nú eru í gildið.
Mest umstrídda tilmælið er, at nú nú verður mælt til at matstovur, frisørar, og onnur, seta eina skipan við koronupassi í gildið. Men tað hava hvørki løgmaður, ella Miðflokkurin viljað vitað av, men nú er støðan brádliga broytt.
– Eg havi tikið í egnan barm, ásannar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Og samstundis váttar Jenis av Rana, at tey hava góðtikið støðuna, sum hon er. Bárður á Steig Nielsen sigur, at tá ið landsstýrið setti nýggj koronu-tilmæli í gildi fyri eini viku síðani, fór nógv av kjakinum at snúgva seg um koronupass, ella ikki.
Les eisini: Tey eru ímóti at vit fáa koronupass - men tey hava góðtikið tað
Náttarlívið vildi ikki akta tilmælið frá landsstýrinum um at lata aftur, men afturfyri kravdu tey koronupass frá teimum, sum komu inn. Eisini Arbeiðsgevarafelagið gjørdi av at krevja koronupass í samband við tiltøk hjá teimum. Eisini farsóttarnevndin mælti til at vit fingu eina skipan við koronupassi og annars var løgmaður fyri hørðum atfinningum frá bæði floksfeløgum, og øðrum, tí at hann ikki vil seta eina slíka skipan í gildið.
Løgmaður sigur, at fyri hann hevur tað stóran týdning, at vit øll draga eina línu í sambandi við koronu og tí hevur hann tikið í egnan barm og hevur sett skipanina við koronupassi í gildið.
Hann sigur, at í landsstýrinum hevur semja verið um at vit skulu ikki hava eina skipan við koronupassi, men nú heilsufakligi myndugleikin mæltu til tað, og fleiri høvdu selt tað í gildið, hevur landsstýrið eisini broytt støðu.
Annars hevur andstøðan átalað fleiri ferðir, at hon ikki er tikin við upp á ráð tí tey halda, at korona er eitt mál, øll politiska skipanin eigur at vera saman um. Tað ásannar løgmaður og hann sigur, at stundir vóru heldur ikki til at gera tað í gjár og tað harmast hann um. Men hann hevur tosað við formenninar í andstøðuflokkunum í morgun hevur greitt teimum frá støðuni.
Tað er eisini hansara fatan, at sum heild taka andstøðuflokkarnir undir við tilmælunum og hann vónar, at hetta verður nóg mikið til at berja smittuna niður aftur.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá støðuni beint nú