Korona: Dysturin millum Víking og AB útsettur

Betri deildin menn: Koronastøðan ger at argjamenn eru uttan fleiri av sínum spælarum

Eftir ætlan skuldi fýra dystir verða í Betri deildini hjá monnum annaðkvøld, men nú er greitt at dysturin millum Víking og AB verður útsettur, tí AB hevur seks spælarar, sum ganga á Glasi og verða ikki testaðir fyrr enn hósdagin.

- Dysturin verður fluttur, tí seks av okkara spælarum eru í sóttarhaldi og verða ikki testaðir fyri aðru ferð fyrr enn hósdagin. Ta er út frá tilmælinum, sum eru komin. Vit hava skotið utt at spæla komandi mikudagin, men nú fáa vit at síggja, sigur Símun Samuelsen, annar av venjaranum hjá AB.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum millum EB/Streym og HB, sum byrjar klokkan 19.