Korona á donskum frítíðardepli

Sjey fólk, sum hava verið í danska frítíðardeplinum Seawest, hava seinastu hálvu aðru vikuna fingið staðfest covid-19.

 

 

Pápi, mamma, sonur og vinkona hjá dóttrini eru øll vorðin staðfest positiv við covid-19 eftir at hava verið á danska frítíðardeplinum - Seawest - í níggju dagar. Familjan er eisini komin í miðbygningin í deplinum, og tískil eru tey, sum standa aftan fyri frítíðardepilin, farin at gera enn meira burtur úr reinhaldinum.

Tað var í gjár - mikudagin - at ein familja á seks fólk fekk at vita, at fýra teirra vóru smittað við korona. Men, tilburðirnir, sum vórðu staðfestir í gjár, eru ikki teir einastu á hesum frítíðardepli seinastu dagarnar. Herfyri fingu trý onnur í einari familju, sum telur átta, at vita, at tey eisini vóru smittað.

Henda familjan hevði verið í Seawest í seks dagar.

Eftir fyrru tilburðirnar vórðu tey á frítíðardeplinum noydd at skriva út til allar familjurnar, sum høvdu verið á deplinum um somu tíð sum familjan, ið varð rakt av korona. Jydske Vestkysten veit at siga, at í fyrra førinum skrivaði depilin út til 370 familjur.

Nú eru so fýra fólk, sum eisini hava verið á Seawest, vorðin smittað aftrat. Fólk, sum starvast hjá frítíðardeplinum, arbeiða nú við at finna fram til allar familjurnar, sum hava verið á Seawest, nú seinastu tilburðirnir eru vorðnir staðfestir.

- Øll fáa boð og eina áheitan um at lata seg kanna, sigur sølu-og marknaðarleiðarin, Kent Lodberg, sum leggur dent á, at frítíðardepilin tekur hesar korona-tilburðirnar í álvara, samstundis sum enn størri dentur verður lagdur á reinhald.

Jydske Vestkysten veit eisini at siga, at í løtuni eru 1200 til 1300 fólk á Seawest, har alt er fult upptikið við ferðafólki.