Korona aftur umborð á Norrønu

Ein persónur er smittaður, og Norrøna leggur at kai í Føroyum um fáar tímar

Eitt av ferðafólkunum umborð á Norrønu, sum leggur at í Føroyum klokkan 17:30 í dag, er smittað við koronavirus. Hetta váttar Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri in.fo. 

Ferðafólkið er ávegis Íslandi, har viðkomandi býr. 

Men tað er eingin orsøk til panikk, sigur Rúni Vang Poulsen.

– Hetta er ikki fyrstu ferð, vit hava ein tilburð umborð. Vit handfara tað upp á sama máta sum hinar ferðnar, vit hava havt smittu umborð. Vit isolera vikomandi og seta okkum í samband við avvarðandi. Hetta hava vit klárar mannagongdir um, sigur hann og leggur aftrat, at smittaði persónurin hevur tað gott.

– Vit hava boðað øllum ferðafólkunum umborð frá eftir boðum frá landslæknanum, so ferðafólkini eru kunnað um stðuna. Um tey føla nakað sjúkueyðkenni, so skulu tey blíva podað enn einaferð, sigur stjórin.

Øll ferðafólkini blivu podað, áðrenn tey fóru umborð í Hirtsals. Viðkomandi persónur, sum nú er smittaður, fekk boð um, at hann var positivur, meðan hann var umborð.