Korona: Aftur eitt stórt tiltak avlýst

Men enn er óvist hvussu verður við kappróðrinum um vikuskiftið

Stevnan er avlýst, men enn er óvist hvussu verður við kappróðrinum

Tað er nú greitt, at eisini onnur summarstevnan í ár, Fjarðastevnan, sum skuldi vera á Skála um vikuskiftið, verður avlýst. Tað boðar Skála Ítróttarfelag frá á heimasíðuni. Tað merkir, at øll tiltøk, sum skuldi vera á stevnuni, eru avlýst. Hinvegin er ikki greitt, hvussu verður við kappróðrinum.

 

Tað eru eisini nakrir fótbóltsdystir á skrá um vikuskiftið, og sum støðan er nú, vænta tey, at ber til at spæla teir dystirnar. Men tey leggja dent á, at tey fylgja væl við teimum tilmælum og boðum sum koma frá myndugleikum og Fótbóltssambandinum.

 

Orsøkin til avlýsingina er vandin fyri at korona skal fara at breiða seg á stevnuni.

 

FM-kappróður er á Skála fórðahvørt ár og tí hevði hetta verið eitt serligt vikuskiftið á Skála. Tey hava eisini gjørt eitt drúgvt fyrireikingararbeiðið og høvdu lagt eina drúgva og fjølbroytta skrá.

 

Tí harmas tey um, at hesi tiltøk - og hesin inntøkumøguleikin - gleppur teimum av hondum, men í hesum føri má atlitið til korona viga tyngst, sigur Skála Ítróttarfelag.

 

Stevnan er avlýst, men enn er óvist hvussu verður við kappróðrinum