Korona: 48 tilburðir í gjár

Talið á nýggjum tilburðum av covid-19 er nú minkandi

Í gjár vóru 48 nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, sum hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

Fyrradagin settu Føroyar met, tá ið 111 nýggir tilburðir vóru skrásettir í einum døgni, men longu í gjár var talið á tilburðum hálverað – tað var 55. Í dag er talið kvinkað eitt sindur niður afturat.

 

3255 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 733 smittað, og seks eru innløgd við koronu í Føroyum.