Korona: 20 tilburðir í gjár

Í løtuni eru 73 persónar smittaðir við Covid-19

 

 

20 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Ein persónur var kannaður positivur við komu til Føroya, og ein við 4. dags kanning eftir komu. Øll hini 18 eru eru smittað í Føroyum. Í 16 førum er smittukeldan kend. Í tveimum førum er smittukeldan ókend.

 

2482 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru nú gjørdar 326.500 kanningar.

 

845 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 771 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 73 persónar smittaðir við Covid-19.