Koreansk semja um Kaesong

Norður- og Suðurkorea eru komin ásamt um, at setast skulu í verk tiltøk, so ídnaðarparkin í Kaesong, ið varð latin aftur í apríl, kann lata uppaftur.

Semjan var úrslit av einum meira enn 16 tíma drúgvum fundi, har koreansku partarnir samráddust um smálutirnar í framtíðar samstarvinum sína millum.

– Nýggjur fundur er avtalaður mikudagin, upplýsti suðurkoreanski samráðingarleiðarin, Suh Ho, eftir at avtalan var komin undir land.

Fíggindaligu viðurskiftini millum tey bæði londini elvur í apríl til, at Norðurkorea tók 53.000 arbeiðsfólk út úr Kaesong, har tey arbeiddu á 123 ymsum verksmiðjum.

Ídnaðarparkin har er eitt samstarv, ið letur norðurkoreanarar arbeiða fyri suðurkoreanskar fyritøkur í serliga umráðnum norðurkoreansku megin markið millum londini.

Kaesong er eisini eitt væl umtókt ferðamál hjá suðurkoreanarum, ið sleppa yvir til Norðurkorea at ferðast, og býurin hevur verið við til at knýtt koreansku londini tættari at hvørjumøðrum.