Kór úr Norðurjútlandi á vitjan

Millum mongu ferðafólkini frá einum stórum ferðamannaskipi, sum gingu runt í býnum í Klaksvík í gjár, var eisini eitt kór frá Norðurjútlandi, sum er á vitjan her.

Millum mongu ferðafólkini frá einum stórum ferðamannaskipi, sum gingu runt í býnum í Klaksvík í gjár, var eisini eitt kór frá Norðurjútlandi, sum er á vitjan her.

 

Kórið, sum kallast Evangeliets Gyldne Sange, hevur sungið í Betesda. Tey skulu útferðir til Mikladals, Fuglafjarðar, Suðuroyar og aðra staðni við, áðrenn leiðin liggur aftur til Danmarkar seinni í vikuni.

 

Í gjár stukku tey inn á gólvið í býráðshøllini, har tey fingu eina frágreiðing um m. a. vinnu-, mentanarlívið og samferðslu í Klaksvíkar kommuna frá Dáva Winther, mentanarleiðara.

 

Tey vóru hugtikin av tí kórlívi, ið her er og gleddu seg til at hoyra Kvartettina í Betesda í gjárkvøldið, og at í kvøld skulu tey vera við til sangløtu saman við 17 sangarum.

 

Fleiri teirra vóru í Føroyum á fyrsta sinni og undraði vakurleikin og gestablíðni tey nógv.