Tilsamans 227 fólk fingu fyrsta prikið í gjár. Nú eru mest sum øll búfólk á eldraøkinum koppsett.
Samanlagt hava 3299 fólk fingið fyrra prikið. Tað svarar til um 6,2 prosent av øllum føroyingum. Ein persónur hevur fingið báðar koppsetingarnar.
Tað verður hildið fram við at koppseta í dag og í morgin. Eftir koppsetingina í dag og í morgin hava knapt 4000 føroyingar fingið koppsettingina fyri koronu.