Koppsett ferðafólk sleppa nú til Íslands

Sum liður í at styrkja ferðafólkavinnuna verða landamørkini nú latin upp fyri koppsettum ferðafólki

Grannar okkara fyri vestan taka nú eitt stórt stig at hjálpa hart sperdu ferðafólkavinnuni.

Ísland fer hesa vikuna at lata upp landamørkini fyri ferðafólki, sum eru koppsett.

Hesum boðar landsins forsætisráðfrú, Katrín Jakobsdóttir, frá í eini fráboðan til tíðindastovuna Reuters.

Tað verður hvørki krav um, at vitjandi skulu kannast ella fara í sóttarhald við komu til Íslands.

Tiltakið skal styrkja ferðfólkavinnuna í Íslandi.