Koppsett fáa ongar fyrimunir frá løgmanni

– Vit fara ikki at gera mun á fólki, og tí verður eingin skipan gjørd, sum ger mun á fólki, sum eru koppsett og fólki, sum ikki eru koppsett, sigur løgmaður.

Hóast Pál Weihe, ráðgevari í koronu, segði við in.fo í gjár, at tey, sum eru koppsett eiga at fáa ein fyrimun í samfelagnum, so er løgmaður ósamdur við honum.

 

Tað segði hann í Degi og viku í kvøld.

 

Pál Weihe heldur, at nú er stundin komin til at geva teimum, sum eru koppsett, eina viðurkenning fyri at hava víst samfelagssinni og lata seg koppseta. Hann hevur ført tað fram áður, men tá var politiskt ikki undirtøka fyri tí, men nú heldur hann, at allar góðar orsøkir eru til at seta eina slíka skipan í verk.

 

Tað merkir, at fólk, sum hava koronupass, ella koppsetingarkort, sum vísir, at tey eru koppsett tvær ferðir, skulu fáa størri frælsi at fara á matstovur, til at halda veitslur og ymiskt annað, enn hvat hini hava.

 

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur áður kunngjørt, at hann ikki er samdur við koppsetingarætlanini hjá landsstýrinum – og vísti tað við at kunngera, at hann ikki fer at taka av tilboðnum um at koppseta seg.

 

Undir orðaskiftinum um ólavsøkurøðu løgmans í morgun gjørdi Steffan Klein Poulsen, framsøgumaður Miðfloksins, eisini greitt, at hann heldur ikki hevur álit á koppsetingarætlanini og koppseting sum heild. Hann róði beinleiðis framundir, at fólk í Føroyum eru deyð av koppsetingini.

 

Les eisini: Koppsett eiga at fáa fyrimun fram um tey sum ikki eru koppsett 

 

Í fleiri øðrum londum sleppa fólk ikki á matstovu, á skeinkistøð, at gista á hotellum, á konsert, til sjónleik, á søvn, og annað, uttan so at tey hava koronupass.

 

Men tað fer landsstýrið ikki at gera, gjørdi løgmaður greitt í Degi og Viku í kvøld.

 

– Vit fara ikki at gera mun á fólki, vit fara ikki at tvinga nakran at koppsetast. Tað er eitt tilboð til fólk, gjørdi løgmaður greitt.

 

Hann heldur, at í staðin fyri at geva fólki koronupass fyri at sleppa til tiltøk fram um tey, sum ikki eru koppsett, so skulu øll kannast, sum skulu savnast í størri bólkum.