Koppsett eiga at fáa fyrimun fram um tey sum ikki eru koppsett

Tíðin er komin til at lata tey, sum eru koppsett, fáa eina viðurkenning fyri tað

Tey, sum eru koppsett fyri koronu eiga at fáa fyrimun fram um tey, sum ikki eru koppsett. Tað heldur Pál Weihe, ráðgevari í koronu. Alla ta fyrstu tíðina var stórur áhugi fyri at lata seg koppseta, men hesa seinastu tíðina er stígur komin í tí nú eru tað færri, su lata seg koppseta. Vit eru í eini støðu, at vit hava nokk av koppingarevnum, men tað mangla armar at sproyta.

 

Pál Weihe heldur nú er stundin eisini komin til at geva teimum, sum eru koppsett, eina viðurkenning fyri at hava víst samfelagssinni og lata seg koppseta. Hann hevur ført tað fram áður, men tá var politiskt ikki undirtøka fyri tí, men nú heldur hann, at allar góðar orsøkir eru til at seta eina slíka skipan í verk.

 

Tað merkir, at fólk, sum hava koronupass, ella koppsetingarkort, sum vísir, at tey eru koppsett tvær ferðir, skulu fáa størri frælsi at fara á matstovur, til at halda veitslur og ymiskt annað, enn hvat hini hava.

 

Í fleiri øðrum londum sleppa fólk ikki á matstovu, á skeinkistøð, at gista á hotellum, á konsert, til sjónleik, á søvn, og annað, uttan so at tey hava koronupass.

 

Pál Weihe heldur ikki, at orsøkin til, at stígur er komin í koppsetingin, er tann, at fólk eru líkasæl. Hann hevur varhugan av, at orsøkin er heldur tann, at fólk fáa ikki upp í lag at lata seg koppseta. Tí heldur hann, at átakið hjá kommununum í Vágum, har tey royna at fáa tey, sum koppseta, vestur í Vágar at koppseta fólk, er eitt frálíkt tiltak.

 

Tað er eitt frálíkt hugskot at koppseta lokalt, tí tað eru fleiri vinningar við at lata seg. Eitt er, at tey, sum eru koppsett, eru væl vard ímóti koronu. Men tey vísa eisini samfelagssinni, tí tey eru við til at beina fyri smittuni, so at onnur ikki verða smittað – og samstundis eru tey við til at forða fyri, at ymsir variantar av koronu taka seg upp, og sostatt vísa vit okkum, sum eitt gott fyridømi fyri onnur.