Svøríki hevur keypt koppseting móti svínakrími, og er í holt við at koppseta alt fólkið. Fleiri fáa hjáárin av koppingini, og hetta er sama koppingarevni, sum vit hava bílagt. Í Svøríki arbeiða fólk av øllum alvi fyri at koppseta móti svínakrími. Har skal alt fólkið koppsetast, men fyribils er tað bert fólk í vandabólkunum, sum fáa sproytuna.
Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðu sínari í dag.
Sum væntað eru tað eisini fleiri, sum fáa hjáárin av koppsetingini, men í allarflestu førum er tað sera mild hjáárin. Summi uppliva at blíva reyð á prikingarstaðnum, onnur fáa eitt sløð av fepuri ella kenna seg troytt.
Tó fær ein ikki influensu av koppsetingini, men ein kann fáa influensulíknandi sjúkueyðkenni við vøddapínu.
- Tað er ikki virus, ið verður sproytað inn í kroppin, greiðir yvirlækni í danska Lægemiddelstyrelsen, Marianne Orholm, frá fyri DR Nyheder.
Millum tíggjundi og fimti hvør, sum fær koppingina, fær eitt ella annað slag av hjáárini.
Yvirlæknin greiðir frá, at tað í veruleikanum eru lutfallsvíst fá, og at higartil, sum hon veit um, eru eingi álvarslig hjáárin fráboðað við Pandemrix, sum er sama koppseting, sum verður nýtt í Danmark, og harvið eisini Føroyum.
Koppsetingarnar í Danmark byrja í næsta mánaði. Líkt er tí til at koppingin í Føroyum byrjar um somu tíð ella stutt eftir.
Øll hjáárin við koppsetingini verða meldað inn í ein evropeiskan databasa, soleiðis at vitan um óvanlig hjáárin sera skjótt verða atkomilig hjá øllum.