Koppseting móti krabbameini nærkast

Læknar í Danmark kunnu nú bjóða gentum og kvinnum í aldrinum 9 til 26 ár at verða koppsettar móti lívmóðurhálskrabba, um tær sjálvar gjalda fyri koppingarevnið.

Týsdagurin var ein søguligur dagur í Danmark, tí henda dagin kom eitt nýtt slóðbrótandi koppingarevni á danska marknaðin. Eitt koppingarevni, sum kann bjarga nógvum mannalívum og sum kann fyribyrgja umleið 70 prosentum av tilburðunum av krabbameini í lívmóðurhálsinum. Læknar í Danmark kunnu nú bjóða gentum og kvinnum í aldrinum 9 til 26 ár at verða koppsett móti lívmóðurhálskrabba, um tær sjálvar gjalda fyri koppingarevnið.
 
Eisini í Føroyum
Stendur tað til landslæknan í Føroyum og Føroya Felag móti Krabbameini verður hetta tilboðið eisini í Føroyum. Høgni Debes Joensen, landslækni, hevur sagt, at hann fer at mæla til, at ein koppsetingarskrá, ið eisini fevnir um lívmóðurhalskrabba, verður sett í gildi í Føroyum, helst samstundis sum í Danmark.
Jansy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Føroya Felag móti Krabbameini, fegnast um útlitini til, at farið verður undir at koppseta móti lívmóðurhálskrabba.
- Føroya Felag móti Krabbameini er í prinsippinum fyri øllum, sum kann vera við til at fyribyrgja krabbamein. Tí heilsar felagið einum slíkum tiltaki vælkomið. Hetta er eitt gjøgnumbrot í krabbameinssøguni, sigur hon.
 
Rakar 18 kvinnur árliga
Krabbamein í lívmóðurhálsinum rakar á hvørjum ári 18 kvinnur í Føroyum, í Danmark er talið 400 kvinnur. Vit vita, at helmingurin av kvinnunum doyggja. Koppingarevnið verjir móti einum krabbaelvandi virusi, sum smittar við kynsligum sambandi. Orsøkin er ígerð av Human Papilloma Virus ella HPV. Nýggja koppsetingin fyribyrgir, at gentan ella kvinnan fær tvey sløg av HPV (16 og 18). Tað vil siga, at taka gentur og kvinnur av tilboðnum áðrenn tær eru kynsliga búnar, kunnu vit sleppa undan 70 prosent av tilburðunum. Danska heilsumálaráðið viðger nú, at um henda koppsetingin skal verða partur av koppsetingartilboðnum, sum flestu børn taka av. Verður hon tað, fáa allar gentur í aldrinum 11 til 12 ár ókeypis hesa koppsetingina. Til tá skal hvør einstøk gjalda sjálv – hon kostar 1155,50 kr. hvørja ferð og genturnar skulu koppsetast tríggjar ferðir.