Koppseting fyri koronu: Tað skulu vit ikki blanda okkum upp í

– Í løtuni er tað óneyðugt hjá tí almenna at krevja, at fólk skulu vera koppsett – men eg kann gott broyta støðu, sigur Bill Justinussen

Vit kunnu ikki blanda okkum upp í, hvørju krøv privatar fyritøkut seta til síni starvsfólk. Tað sigur Bill Justinussen, tinglimur fyri Miðflokkin.

 

Bill Justinussen hevur verið rættiliga avgjørdur um, at vit skulu ikki gera mun á teimum, sum eru koppsett, og teimum, sum ikki eru koppsett. Tað hevur hann gjørt greitt, eftir at røddir hava verið f frammi um at fólk, sum eru koppsett, eiga at fáa størri rættindi til at liva og láta, enn tey, sum ikki eru koppsett. Røddir hava eisini verið um, at arbeiðsgevarar í heilsurøktini og eldrarøktini, eiga at krevja av sínum starvsfólkum, at tey lata seg koppseta, og at leiðslurnar á skúlum og dagstovnum, gera tað sama.

 

Bill Justinussen hevur verið púra avgjørdur um, at tað fer ikki at henda og hann átalar eisini, at sjúkrahús og ellis- og røktarheim hava gjørt mun á vitjandi, sum eru koppsett, ella ikki.

 

Men nú hevur eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum, Bakkafrost, sett sum krav, at øll starvsfólk skulu vera koppsett fyri at kunna arbeiða har.

 

Men Bill Justinussen heldur ikki, at vit kunnu seta privatum fyritøkum krøv í so máta. Hann sigur, at eftir hansara tykki, skilu almennir myndugleikar ikki gera mun á koppsettum, og ikki koppsettum. Men hvat privatar fyritøkur gera, kunnu politisku myndugleikarnir ikki gera nakað við.

 

Hann skilur væl, at tað kann vera neyðugt hjá sjúkrahúsum og eldrabýlum at avmarka atgongdina hjá fólki, men so eigur tað at vera galdandi fyri, bæði koppsettum og teimum, sum ikki eru koppsett.

 

Men hann vísir á, at privatar fyritøkur eru bundar av krøvum frá marknaðinum og hendur tað, at Bakkafrost ikki kann útflyta laks uttan at starvsfólkið er koppsett, má tað takast til eftirtektar.

 

Skuldu vit komu í eina støðu, at, til dømis, fiskakeyparar kravdu, at starvsfólk á Heilsufrøðiligu Starvssstovuni ikki kunnu skriva útflutningsváttanir uttan at tey eru koppsett, hevði eg eisini tikið undir við, at tað varð eitt krav til tey, at tey skuldu verðið koppsett.

 

– Eg havi ikki so avgjørda meining um koppseting, men eg haldi bara, at sum støðan er nú, haldi eg ikki at almennir myndugleikar skulu gera mun á fólki, sum eru koppsett, og fólki sum ikki eru koppsett, sigur Bill Justinussen.

Men hann ásannar samstundis, at koronu-støðan broytist alsamt og tað snýr seg um at hava ta røttu javnvágina ímillum smittuspjaðing, koppseting og krøv og eg læsi meg ikki fastan í eina ávísa støðu. Versnar støðan, kann hann saktans sannførast um at taka eina aðra støðu - men so skulu góð argument vera fyri tí, sigur Bill Justinussen.