Koppseting fyri koronu: Hesum eru vit errin av

Úrslitið er komið 2.000 føroyingum til góðar

 

Tey, sum koppseta fyri koronu í Føroyum, fáa meiri burtur úr koppingarevninum enn starvsfelagararnir í Danmark fáa. Tað sigur Landssjúkrahúsið, sum hevur kannað tølini. Og úrslitið av tí er, at í Føroyum hava vit fingið koppingarevni til 2.000 fólk fleiri enn vit, av røttum, skuldi havt.

Tað vísir seg nevniliga, at tey, sum koppseta fyri koronu í Føroyum, fáa, mest sum hvørja ferð, sjey skamtir úr einum glasi. Tað fáa tey ikki í Danmark, og har hevur okkurt forsligið høvd uppfunnið útgerð, sum ger, at tey fáa meiri burtur úr hvørjum glasi.

Á Landssjúkrahúsinum siga tey, at tá ið vit fáa sjey skamtir úr hvørjum glasi, er tað eitt úrslit av nærlagnu og góðum handalagi. Tey siga, at tey hava havt ta mannagongd, at tað eru nøkur heilt fá starvsfólk, sum hava við koppingarevni at gera, og tað eru tey somu starvsfólkini hvørja ferð. Tað merkir, at tey hava fingið góða venjing í at koppseta og við nærlagni og góðum teknikki, fáa tey tískil mált hvønn skamtin heilt nágreiniliga og tí fáa tey sjey skamtir úr, at kalla, hvørjum einasta glasi.

Og Landssjúkrahúsið sigur, at hetta ger stóran mun í eini tíð, har koppingarevni ikki hongur á trøðunum. Í Føroyum merkir tað heilt ítøkiliga, at vit hava koppsett 2.000 fólk fleiri, enn vit, í roynd og veru, hava fingið skamtir til.

– Tað eru vit errin av, siga tey á Landssjúkrahúsinum.