Nú verður farið undir at koppseta øll búfólkini á eldrastovnum í Tórshavnar Kommunu, og øll tey starvsfólk, sum arbeiða í eldrarøktini. Tilsamans er talan um 693 fólk, 486 starvsfólk og 207 búfólk, sum nú fáa tilboð um at verða koppsett.
Koppingarevnið skuldi koma í gjár, men tað varð ein dag seinkað, so tað kemur í dag ístaðin og í morgin verður farið undir at koppseta, skrivar Tórshavnar Kommuna. Tey fyrstu, sum verða koppsett, verða starvsfólkini og so verða búfólkini koppsett seinni í vikuni.
tey, at búfólk verða koppsett seinni í vikuni.
Tey 207 búfólkini á bústovnunum í Tórshavnar kommunu eru býtt soleiðis millum ymisku heimini:
Boðanesheimið – 64 búfólk.
Lágargarður – 48 búfólk.
Tjarnargarður – 31 búfólk.
Ellishemið – 25 búfólk.
Vallalíð – 16 búfólk.
oman Hoydalar – 10 búfólk.
oman Mattalág – 9 búfólk.
Kollafjørður – 7 búfólk.