Men endurreisnin fer tó ikki at koma øllum eins nógv til góða, sæst í eini frágreiðng frá OESD, skrivar AFP tíðindastovan.
Roknað verður eitt nú ikki við, at danski búskapurin kemur á sama støði longu næsta ár, og føroyski búskapurin verður ikki nevndur í hesum samanhangi.
Útlitini til, at fleiri koppingarevni ímóti koronu koma næstu vikurnar, hevur birt eitt varligt bjartskygni. Og tað eftir eitt ár, har 1,4 milliónir menniskju eru deyð við covid-19.
– Fyri fyrstu ferð síðani farsóttin fór at herja, er nú vón um ljósari framtíð, skrivar leiðandi búskaparfrøðingurin hjá OECD, Laurence Boone.
– Framstig við koppingarevninum og viðgerðini hevur stimbra vónirnar, og ótryggleikin er víkjandi, staðfestir hann.
OECD metir eina afturgongd í alheims vøkstrinum í 2020 upp á 4,2 prosent. Men framgongdina meta tey eisini til 4,2 prosent í 2021.
Fallið í danska búskapinum verður mett til 3,9 prosent, og framgongdin komandi ár til 1,8 prosent.
Jeppe Juul Borre, leiðandi búskaparfrøðingur í danska Arbejdernes Landsbank sigur, at støðan í løtuni er betri, enn hildið var, tá koronukreppan byrjaði.
– Fyri hvørja ferð OECD kemur við eini forsøgn, verður tað betri og betri, men beinleiðis gott verður 2020 ongantíð, sigur hann.
– Søguliga sæð fer 2020 líka mikið hvat at standa sum eitt búskaparlig skrædl, heldur hann.
Tore Stramer, sum er leiðani búskaparfrøðingur í Danske Bank, heldur, at Danmark kemur fyri seg aftur í 2022, og tá aftur verður á sama støði, sum fyri koronukreppuna.
Bretland, sum er rakt av brexit og illa rakt av covid-19, stendur til eitt búskaparligt fall í ár upp á 11,2 prosent, sigur OECD. Men eini framgongd í 2021 upp á 4,2 prosent.
Men tað verður við eini ávaring til bretsku stjórnina um, at tey kunnu ikki spara seg til vøkstur. Staturin má lata pengakassan upp fyri at stimbra búskapin.
/ritzau/