Í morgun, tá børnini í Skúlanum við Ósánna komu aftur í skúla eftir summarsteðgin, var samkoma í sambandi við at eitt listaverk, Kópakonan, sum Edward Fuglø hevur gjørt, varð avdúkað.
Edward Fuglø, listamaður og Signhild Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini avdúkaðu listaverkið. Edward greitt frá verkinum, meðan Signhild greiddi frá tilgongdinum um at fáa til vega verkið.
Skúlastjórin, Símun Petur Hjelm takkaði fyri vegna skúlan og minnti á at fara væl um verkið, sum ivaleyst kom at verða kveikjandi hjá børnum í so mangar mátar, umframt at tað prýddi um til so mong onnur tiltøk, sum eru í skúlanum.
Síggið fleiri myndir í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER
Lesið røðuna hjá Signhild Johannesen VIÐ AT TRÝSTA HER