Kópakonan dregur fólk í Kalsoynna

Samlaða ferðafólkatalið í Kalsoynni í august í ár, er næstan tvífaldað í mun til august í fjør.

Tann dagin, tá standmyndin av kópakonuni varð avdúkað - hin 1. august í ár - segðist, at út við 2000 fólk vóru í Kalsoynni, eitt nú fyri at vera við til avdúkingina.


Dagarnar eftir fóru hópin av størri og minni ferðaløgum út í oynna. Eisini á Summarfestivalinum og Sjómannadøgunum vóru fleiri, sum gjørdu sær ein túr til Mikladals at hygga eftir og heilsa upp á kópakonuna.

 

Øll hava rósandi orð - ikki bert til listaverkið - men eisini til kulissurnar ella pallmyndina, sum er so stórsligin og ber standmyndina væl, so heildin øll gerst serskild og áhugaverd.


Sam hevur siglt nógvar eykatúrar í sambandi við vitjandi, sum hava verið í oynni. Fólk úr Føroyum og útlandinum hava givið sær stundir til at vitja Mikladal og upplivað vøkru náttúruna og standmyndina.

 

Samskifti hevur verið við Samferðsludeildina hjá Strandfaraskipum Landsins sum upplýsir, at talið á ferðafólkum - tá tey 1500, sum ferðaðust 1. august IKKI eru talt við - er økt við 1900 ferðandi, bara í august.

 

Tølini eru hesi:

Ferðafólk august 2014

6.229

Ferðafólk august 2013

4.346

Munur

1.883

Hækking í mun til 2013

43,3%

 Tey 1500, sum ferðaðust 1. august eru IKKI tald við í talvuni omanfyri.

 

Tí kann eisini verða sagt, at samlaða ferðafólkatalið er næstan tvífaldað í august 2014, helst orsakað av kópakonuni.

 

Jú, sigast má, at standmyndin hevur havt eina positiva ávirkan á Mikladal og alla Kalsoynna. 

 

Orð & myndir: Dávur Winther.