- Eg haldi, at vit eru tryggleikanarkomanar.
Við kassa 2 skrivar 34 ára gamla Eilen Olsen eitt kekkhefti út til eina eldri konu. Framvegis er onkur, sum vil hava kekkar, hóast tað ikki longur er bíligasta loysnin.
Eileen var átta ár í Sjóvinnubankanum áðrenn hon fór í Føroya Sparikassa at arbeiða. Hetta var fyri fimm árum síðani. Tað var í stóran mun tryggleikin, sum taldi tá ið hon valdi sítt lívsyrki.
-Tað er eingin spenningur sum so. Tú veitst nøkulunda hvussu dagurin lagar seg. Tað er so at siga tað sama tú gerst alla tíðina, sigur Eilen, sum ikki er hon, ið droymir um at stovna sítt egna virki ella at sigla einsamøll kring jørðina við seglskipi.
-Tað veldst jú nógv um persónleikan. Tú ert á sama staði alla tíðina. Tú ert saman við teimum somu fólkunum. Og tú fært fasta løn. Tær nýtist ikki at vera so øgiliga framlig, sigur Eileen, og leggur dent á, at hon svarar bara fyri seg sjálva.
Gulimaður
Við kassa 3 situr Kinna Fritsdóttir Olsen og avgreiðir eina vinkonu úr bindiklubbanum. Har er vinkonuprát av tí rætta slagnum:
- Oyssuss, hey! Sig mær hvar vart tú í gjárkvøldið, sigur Kinna við vinkonuna, sum er komin at taka 300 krónur út.
At bankafólk skulu vera serliga keðilig, heldur Kinna Fritsdóttir Olsen vera eina mýtu. Trýogfjøruti ára gamla kassadaman á deildini hjá Føroya Sparikassa í Saltangará hevur svarið klárt.
- Vit eru ikki keðiligari enn lærarar...
Sumt arbeiði í einum peningastovni kann kortini vera eitt sindur keðiligt, viðgongur hon; serliga tað framman fyri telduskíggan. Og eitt serligt fyribrigdi er á sparikassadeildini í Saltangará, sum er bæði keðiligt og stuttligt: Gulimaður. Soleiðis nevna tey seinasta telduknappin, trýst verður á, tá ið kassin verður gjørdur upp, og farið verður til hús. Tann, sum situr eftir við Gulamanni, verður av somu orsøk síðsti maður, sum skal sløkkja og steingja. Tí Gulimaður skal arbeiða eina løtu, áðrenn telduskipanin er dagførd.
Ein góður kundi er sambært Kinnu ein persónur, sum er lættur at avgreiða, og sum tú kanst práta við, meðan trýst verður á knøttar og seðlar verða taldir. Og prátað kann vera um so mangt.
- Vanligt er, at prátað verður um okkurt lokalt. Ella arbeiðssteðgin í skúlunum, nú tað er so stórt mál, sigur Kinna. Hon er fullveldiskona, og við tey, sum hon kennir rættiliga væl, ber eisini til at lata okkurt orð falla um politikk. Men aðalmálið er altíð at hava góð viðurskifti við kundan. Bert í einum føri fara ósáldaðar meiningar um diskin: Tá ið talan er um ítrótt; serliga hond- og fótbólt.
Eingin maskina
Við kassa 2 biðir ein yngri kvinna um at fáa 237 krónur út frá Eilen. Tað er ikki nógv. Tey flestu biða um 500,1.000 ella 1.500 krónur. Annars hava plastikkkortini gjørt sína innrás í peningaverðini, og tað merkir, at arbeiðið við kassan er minkað.
Eilen tykist at hóska sera væl til ímyndina av konuni við kassan. Hon er blíð og fryntlig - og leypir ikki framav.
Men farið ikki skeiv.
Sparikassafólk eru menniskju úr kjøti og blóði, sum kunnu øsast og særast. T.d. um ein kundi verður persónligur, tí at konan við kassan sýtir honum pengar. Tá kann tað vera ein stór avbjóðing, at varðveita ta professionellu fasaduna, viðgongur Eilen.
-Tað, sum kann gera meg óða, er, um fólk ganga mær ov nær. Um tey siga okkurt sum er órímiligt ella eru smálig. Um tey leypa á sparikassan er kanska lættari at takla, sigur Eilen, sum kortini hevur dugað væl at stýrt sær.
-Eg havi so ongantíð staðið og rópt. Men eg havi nokk skeldað onkuntíð aftaná, smílist Eilen, sum heldur, at eitt tað keðiligasta, sum kann henda er, at trúnaðurin millum kassakonuna og kundan støkkur.
-Tað er óbehagiligt um onkur fer upp at rópa. Tað er ógvuliga keðiligt, at verða noydd, at siga okkurt við fólk, sum onnur kanska hoyra, sigur Eileen og leggur dent á, at yvirhøvur er tað als eingin trupulleiki at vera blíð og fitt við kundarnar. Tí tey allar flestu, sum koma til kassan eru vanlig hampafólk.
Týdningarmikil null
Beint áðrenn døgverða koma tvær konur til kassa 3 við sparibússuni. Teljingarmaskinan staðfestir, at 1.608 krónur eru í bússuni. Konurnar fáa pengarnar útgoldnar í seðlum og skunda sær á dyr.
Øll gera mistøk. Eisini tey í peningaheiminum, sum sita við kassan og telja seðlar. Nakrar ferðir er komið fyri, at Kinna hevur talt galið, men tá hevur kundin gjørt vart við mistakið, áðrenn hann er farin á dyr. Bæði tá ið hann hevur fingið ov fáar seðlar og tá ið ov mangir eru falnir honum í lut. Og nullini hava stóran týdning. Eitt vantandi null í endanum á upphæddini, broytir jú alt fullkomuliga. Einaferð gloymdi Kinna tvey null. Hon skrivaði 1.000, tá ið upphæddin átti at vera 100.000 krónur. Men tað varð rættað, og soleiðis er arbeiðið skipað; at tað skal bera til at gera mistøk. Hóast Kinna nevnir hesi mistøk, ger hon púra greitt, at tað er so sjáldan, og at nógvar túsund flytingar og skrásetingar eru í millum hvørt mistakið.
Menn á ovastu rók
Mennirnir ráða í peningaverðini. Bert tveir menn arbeiða á deildini hjá Føroya Sparikassa í Saltangará. Annar situr við evstu ábyrgd á deildini. Kinna, sum eigur trý børn, heldur tað ikki vera so løgið, at mennirnir sita í flestu ábyrgdarstørvum:
- Vit kvinnur hava kanska lyndi til at velja øðrvísi í tilveruni. Eg havi valt familjuna og børnini fram um arbeiðið, og tískil havi eg ikki havt hug at gerast leiðari, sigur hon.
Eilen Olsen hevur ongar ætlanir um at sleppa upp á ovastu rók í sparikassanum, hóast hon hvørki er bundin av manni ella børnum.
- Leggja tær í, sleppa kvinnurnar uppeftir í pengaverðini, heldur Eilen. Men treytin er, at tú stútt og støðugt gongur í skúla og tað hevur Eilen ongan hug til. So vil hon heldur vera assistentur og hava tíð til síni mongu frítiðarítriv.
Vanabundið arbeiði
Tað slepst ikki undan, at tú verður eitt sindur vanabundin, tá ið tú hevur sitið við ein pengakassa í nógv ár og og talt milliónir av pengaseðlum.
Tá ið Eilen Olsen spælir Matador syrgir hon altíð fyri, at allir pengaseðlarnir venda sama veg. Og eisini í hennara egnu mappu liggja pengarnir í penum ordan.
-Mann blívur kanska nakað einsporaður, smílist Eilen sjálvironisk, og viðgongur í somu vend, at tað ikki altið er so lætt at seta seg út um tann trygga og vanabundna arbeiðsdagin.
-Mann heldur, at øll hava tað, sum tú sjálvur. Tað kann vera ringt at seta seg inn í støðuna hjá øðrum, t.d. hjá sjómonnum, tá ið tú sjálv ert von við, at alt liggur í føstum karmum.
Ræðast ikki rán
Eins og aðrir peningastovnar er Sparikassin fyrireikaður til rán. Starvsfólkini smílast bara loyndarfull, tá ið vit kaga undir diskin og fregnast eftir kontaktini, sum skal seta alarmin í gongd.
Tey hava lært, hvussu tey skulu bera seg at. Kemur ein rænari í sparikassan skulu starvsfólkini eftir førimuni royna at meta um útsjóndina og støddina á honum, m.a. við at peila av okkurt punkt nærhendis rænaran. Annars skulu tey bara vera rólig og lata vera viå at loypa framav.
Kinna minnist væl tíðina eftir bankaránið í Kollafirði í 1985. Tá stóð nógv á Kinnu og teimum, serliga tí bankarænararnir ikki vórðu handtiknir fyrr enn langt eftir, at brotsverkið varð framt.
-Tankin er ógvuliga fjarur, sigur Eilen.
- Her eru so nógv fólk, at tú gevur tær ikki far um tað, sigur hon.
Pengar ongin lukka
Sambært Eilen, verður tú hvørki pengagrískur ella stórkapitalistur
av at sita og telja pengar dag út og dag inn.
-Eg veit ikki rættiliga, hvat eg haldi um pengar, sigur Eilen og letur spurningin sorna eina løtu. -Teir geva so ikki lukku, staðfestir hon.
-Pengarnir, sum eg havi um hendi, síggi eg ikki sum pengar. Eg ansi bara eftir teimum og syrgi fyri at kassin stemmar. Tá ið eg fái eitt sovorðið bunti við 100.000 krónum upp í hendi, so umseti eg tað ikki til veruligt virði. Eg hugsi ikki sum so: Her er ein bilur!
Størsta upphæddin, Eilen hevur goldið út kontant lá um 200.000 krónur. Hetta var um tað mundið, tá ið Sjóvinnubankin var um at fara av knóranum og fólk vóru bangin fyri at missa sítt. Kundin vildi hava pengarnar kontant - í donskum seðlum. Og tað fekk hann.
Ongantíð í síni tíð í Sparikassanum minnist Kinna, at nakar er komin í illsinni eftir uppsparingini. Oftast eru fólk í góðum lag. Eisini maðurin, sum Kinna nú fer at avgreiða.
- Vælsignaða gev mær 1.000 krónur; mappan er tóm, sigur hesin fryntligi maðurin um fimti ára aldur.
- Ja, tað gongur ikki, ha, svarar smílandi Kinna innafyri kassa 3, meðan hon fyrst trýstir upphæddina og síðani kontonummarið inn á telduna.
Nøkur fá sekund seinni er mappan hjá manninum aftur á tremur við hundraðkrónuseðlum.










