Frá mánadegnum 1. oktober til týsdagin 9. oktober var Nólsoyggin at kalla konuleys, tá ikki færri enn 16 bindiklubbakonur úr bygdini vóru í Barcelona og hildu heystfrí saman.
Ein morgunin, tá tíðin nærkaðist, til konurnar komu heim aftur, skrivaði Maud Wang Hansen, sum eisini býr í Nólsoy, men sum ikki var við á ferðini, at hon gleddi seg, til konurnar komu heimaftur.
- Her er so friðarligt í bygdini, og vegirnir hava verið nærum manntómir – og ikki bara konutómir, sigur hon.
Maud Wang Hansen skrivar henda morgunin, at nú hoyrist sangurin – "Græsenkemandens Blues” - runga úr stovunum og út í tún, bæði ovarlaga og niðarlaga í bygdini.
- Eg ynski tykkum eina góða heimferð, tá tit koma hartil, leggur Maud Wang Hansen aftrat.
Sum skilst, komu hesar 16 bindiklubbakonurnar úr Nólsoy - í øllum góðum - heim aftur úr Barcelona týsdagin hin 9. oktober. So, nú er Maud Wang Hansen ikki einsamøll kona í Nólsoy longur.