Konufólkarevur

Mesut Özil hugsaði meira um konufólk enn fótbólt

Sambært forsetanum í Real Madrid hugsaði Mesut Özil meira um konufólk enn um fótbólt.

Í Real Madrid hevur ónøgdin verið stór, eftir at felagið valdi at selja týska Mesut Özil til Arsenal, men nú sigur forsetin í felagnum, Florentino Perez, at felagið noyddist at siga farvæl við miðvallaran, tí hann ikki skikkaði sær nóg væl uttan fyri vøllin.

Spanska abc.es skrivar í kvøld, at Perez á einum innanhýsis fundi hevur sagt, at Özil nýtti meira tíð í náttarlívinum enn á vøllinum.

Sjálvur hevur Özil tó eina aðra frágreiðing. Nevnliga at Arsene Wenger, sum er manager hjá Arsenal, segði honum júst tað, sum hann vildi hoyra, og at hann tí valdi at skifta felag.

Mesut Özil verður eftir øllum at døma milum týsku spælararnar, sum í annaðkvøld fara at dystast móti føroyska fótbóltslandsliðnum.