Kontripunkur og Dreymarokkur í Tórsgøtu

Í dag almannakunngerð asfalt 2 nøvn afturat á ársins tónleikatiltaki. Fyrireikararnir hava tryggjað sær vágabólkin Villmenn og Deja Vu úr høvuðsstaðnum.

Asfalt
 
Villmenn og Deja Vu verða millum bólkarnar, ið fara á pall á Asfalt í Tórsgøtu í summar. Bólkarnir ið higartil eru almannakunngjørdir fevna breitt, men eingin ivi er um, at hesi bæði nøvnini geva tiltakinum enn meira breidd. Hetta eru tveir egnir bólkar, ið á hvør sín hátta eru besti føroyski bólkur innan sína tónleikagrein.
 
Kontripunkur frá Villmonnum
Føroysku kontripunkararnir og Prix Føroyar veteranarnir í Villmonnum eru altíð ein stórsligin tónleikauppliving. Tónleikararnir í Villmonnum eru eingir ársungar innan rútmiskan tónleik. Bólkurin er ein samanrenning av Holgar og Villmonnum og prix finalistunum frá 1997 Arrestment. Tvær av størstu rokkhetjunum nakrantíð úr Vágum, Finnur Joen Jacobsen og Holgar Jacobsen, eru frontmenn.
Bólkurin gav í fyrra árið fløguna Feikleikans Ringrás út, og hendan verður roknað sum ein sannur føroyskur kultklassikari, við undirgrundslandaplágum sum tittullagnum og Løggan kemur.  Í løtuni arbeiðir bólkurin við eini nýggjari útgávu. Á heimasíðuni hjá Villmonnum finst ein forsmakkur uppá fløguna, kærleikssangurin Cyberspace. Hesin kom beint inn á 15 tær bestu, og kann lætt gerast bæði kvøðuljómsklassikari og undirgrundshitt.
 
Dreymarokkur frá Deja Vu
Deja Vu fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá bólkurin í 2003 gjørdist nummar tvey í Prix Føroyum. Líka síðan tá hava føroyingar bíða eftir fyrstu fløguni hjá bólkinum. A Place To Stand On kom út í fjør og var m.a. vald ársins fløga av lesarum hjá Dimmu. Á Planet Awards var fløgan somuleiðis í uppskoti til bestu fløgu.
Tónleikurin er ein sveimandi og droymandi streymur av tónum, ið dregur lurtaran inn í alheimin hjá bólkinum. Teir skapa eina flotta ljóðmynd.
Bólkurin hevur tveir oddamenn, Líggjas og Flóvin, ið skiftast um leiklutin sum sangari. Bólkurin hevur spælt á flest øllum tónleikatiltøkum í Føroyum, og tað er greitt at bólkurin hevur vónir um at gerast kendur uttanfyri Føroyar.
 
Nógv nøvn eftir
Fyrireikararnir av Asfalt hava ætlanir um, at eini 70 bólkar vera við á Asfalt. So nógv nøvn eru eftir at almannakunngerða. Higartil eru hesi 16 nøvn almannakunngjørd: 200, Annika Hoydal, Deja Vu, Isadora & The Rebels, Kamarkórið, Kári Sverrisson, Lena, Makrel, Marius, Poppkorn, Pætur við Keldu, Safir, Side Effect, Skunk, Stanley Samuelsen og Villmenn. Ein vitnisburður um breiddina og høgu góðskuna í føroyskum tónleiki.