Leygarkvøldið fegnaðust mong um, at kontritónleikur varð sloppin inn í Norðurlandahúsið, skrivar Birgir Kruse á sínum bloggi,birkblog.blogspot.com.
Í so máta var konsertin eitt statement, tey settu ájavnt við almennan mentanarpolitikk. At kontritónleikur endaliga varð góðtikin av teim ráðandi í Havn.
- Ja, nú eru vit sloppin til háborðs, segði ein kontrifjeppari so hjartansfegin og javnmetti pallseting og tónleikarar við Grand Ole Opry, skrivar Birgir Kruse.
Kontrikrás
Felagið Faroesound skipaði fyri konsertini, har Hallur Joensen, Ragnar í Vík og Rannvá Vesturklett vóru høvuðsnøvnini.
Hall Joensen kenna vit millum annað frá fløguni "Pickin time in Nashville", sum kom út fyrr í ár. Fløgan seldi alt fyri eitt meir enn 4000 eintøk, og løg sum “Give my love to Rose” og “Kyss ein eingil hvønn morgun” gjørdust skjótt sokallað hitt í Føroyum-
Ragnar í Vík hevur higartil givið tríggjar fløgur út, har tann seinasta ”Lagnulogin” er á føroyskum við orðum og løgum, sum Ragnar sjálvur hevur gjørt.
Rannvu Vesturklett kenna vit millum annað frá kontribólkinum Twilight, sum hon hevur sungið til dans saman við seinnu árini.
Tónleikararnir á konsertini vóru annars Ólavur Øster sologittar, Pauli Magnussen kontrabass og elbass, Jónleif Jensen trummur, Jógvan Olsen, keyboard, Arnbjørn Sivertsen, elgittar, Daniel Nilesen fiól, Petur Hermansen steelgittar og Joan Petur Hansen (Beddi) á mandolin.
Afturat sær sum kórsangara hevði Hallur Joensen Kristinu Bærentsen, meðan Píl Reinert sang kór hjá Ránnvu Vesturklett.
-ave-