Zakarias Wang
??????????????
Tað er vanligt, at tað í teimum konstitutiónum (stjórnarskráum, grundlógum), sum eru galdandi fyri eitt samfelag, standa reglur um trúgv.
Fyri okkum eru í veruleikanum tvær konstitutiónir. Tann fyrra er í bjørgvinarsáttmálanum frá 1450, har vit avráða at vit ikki eru eitt sjálvstøðugt ríki, men eins og Danmark eru í einum felagsskapi, sum tekur avgerðir um kríggj og frið. Har verður sagt, at vit, ið innborin eru í okkara ríki, hava ræði á øllum málum.
Hin konstitutiónin er frá 1661. Har hava vit nýtt okkara fullveldi til at geva kongi alt vald til at taka avgerðir í øllum málum okkara vegna.
Her verður einki sagt um trúarviðurskifti, men greitt er, at kongsins einavald eisini fevnir um hesi mál.
Við hesi heimild eru nógvar reglur komnar í gildi hjá okkum.
Ber tað so til, at vit fáa ræði á teimum reglum, sum galda fyri trúarviðurskiftini?
Ja, tað ger tað.
Fáa vit í lag ein tjóðfund fyri Grønland og Føroyar, so hevur hesin tjóðfundir alt tað vald, vit hava givið kongi við 1661-konstitutiónini. Tjóðfundurin hevur tí eisini ræði á teimum reglum, sum skulu vera galdandi fyri trúgv í ríki okkara.
Heldur ikki er nakað til hindurs fyri, at kongur ella teir ráðharrar, sum útinna val hansara, siga at føroyska heimastýrið sjálvt skal taka sær av hesum reglum uttan nakra uppílegging frá kongsins síðu. Ein konglig kunngerð um at hetta málsøkið er yvirtikið er nóg mikið. So kunnu løgting og landsstýri sjálvi finna út av, hvussu reglurnar skulu vera á hesum lóggávuøki.
Tá halda galdandi ásetingar fram, til aðrar eru komnar í staðin fyri. Hetta vil t.d. siga, at tær reglur, sum standa í donsku grundlógini, ið er lýst her sum ein vanlig lóg, ikki hava hægri gildi enn aðrar lógarreglur sum vit seta í gildi, og kunnu verða avtiknar ella broyttar av føroyskum myndugleikum, um politiskur vilji er til tess.