Í Spania siga tær fyrstu forsagnirnar, at tann konservativi Fólkaflokkurin hevur vunnið stórsigur á tjóðartingsvalinum í dag. Eftir teimum fyrstu forsagnunum fær flokkurin millum 181 og 184 av teimum 350 limunum í undirhúsinum.
Tølini vísa, at tey konservativu hava fingið 39 prosent av atkvøðunum og sosialistaflokkurin 29 prosent. Hetta atkvøðubýtið byggir á átta prosent av atkvøðunum, skrivar AFP.
Halda forsagnirnar, eitur tann komandi forsætisráðharrin í Spania Mariano Rajoy, men tað søgdu allar meiningakanningar undan valinum eisini.










