Konservativu fáa skotskan stuðul

Eitt skjal, sum er likið frá skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, vísir nú, at flokkurin helst vil hava Konservativa flokkin at varðveita stjórnarvaldið í Bretlandi.

Eitt skjal, sum er likið frá skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, vísir nú, at flokkurin helst vil hava Konservativa flokkin at varðveita stjórnarvaldið í Bretlandi.

 

At hesi tíðindi nú eru komin fram í bretsku avísini, The Telegraph, hevur økt munandi um spentu støðuna millum Labour og SNP, nú valstríðið undan tjóðartingsvalinum í mai hevur tikið dik á seg.

 

Avísin veit at siga, at upplýsingarnar stava frá einum fundi, sum var í februar millum SNP-leiðaran, Nicola Sturgeon, og franska sendiharran í Bretlandi.

 

Sturgeon sigur, at hon heldur vil hava konservativa leiðaran, David Cameron, at verða sitandi við valdið, tí Labour-leiðarin, Ed Miliband, ikki hevur »forsætisráðharra-dygdir«.

 

Bretar skulu á val tann 7. mai, har teir skulu velja tilsamans 650 tjóðartingslimir til bretska undirhúsið, ein fyri hvørt valdømi.