Kyriakos Mitsotakis, sum stendur á odda fyri konservativa flokkinum Nýtt Demokrati, sigur í kvøld, at tey hava vunnið tjóðartingsvalið.
Hann sigur, at grikska fólkið hevur givið honum mandat til at halda fram við arbeiðinum við hart tiltrongdum nýskipanum.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Fyribils almenn úrslit vísa, at flokkur hansara stendur til at fáa 40,4 prosent av atkvøðunum, sum tryggjar honum eini meiriluta upp á 157 sessir av teimum tilsamans 300 í grikska tjóðartinginum, skrivar Reuters.
Í eini røðu í kvøld lovar Mitsotakis vøkstur, sum skal skapa loysnirnar, og eitt betrað heilsuverk.
Fyrr í kvøld vísti ein kanning frá valstøðum frá seks greiningarstovnum, at flokkur hansara stóð til at fáa um 44 prosent av atkvøðunum.
Vinstrasinnaði flokkurin Syriza við Alexis Tsipras á odda stóð til at fáa millum 16,1 og 19,1 prosent av atkvøðunum. Flokkurin hevði valdið í Grikkalandi frá 2015 til 2019.
Tað er aðru ferð í eitt sindur meira enn ein mána, at grikkar fara á val fyri at velja nýtt tjóðarting.
Flokkurin hjá Mitsotakis, Nýtt Demokrati, vann í fyrra valumfarið 21. mai, men tryggjað sær ikki avgjørdan meiriluta, sum skal til fyri at fáa valdið uttan at skipa eina samgongustjórn.
Í staðin tók 55 ára gamli Mitsotakis, sum hevur leitt Grikkaland síðani 2019, eina nýggja lóg í nýtslu – eitt skjótt umval við eyka bonusmandatum.
Tað útloysti seinna valumfar við øðrum reglum, sum ger tað lættari hjá vinnaraflokkinum at tryggja sær avgjørdan meiriluta í grikska tjóðartinginum.
Millum tey bæði valumførini hevur Grikkaland í praksis onga veruliga stjórn havt. Landið hevur verið leitt av einum forrætningsmálaráð.
Væntanirnar hava til valið í dag verið, at flokkurin hjá Mitsotakis fór at tryggja sær valdið.
Kyriakos Mitsotakis, sum er úr eini valdsmiklari grikskari familju, vann á Alexis Tsipras á valinum í 2019 við lyfti um at enda áratíggju við búskaparligari kreppu.
Í valstríðnum hevur Mitsotakis sambært AFP víst á, hvussu nógv sunnari grikskur búskapur er vorðin undir hansara tíð í starvinum sum forsætisráðharri.
Sambært Mitsotakis hava tey konservativu givið fleiri skattalættar og havt ábyrgdina av størstu dagføringum av landsins undirstøðukervi síðani sjeytiárini.
Fyri nógvar veljarar hevur tað snúð seg bara um búskapin.
Valið er annars stutt eftir vanlukkuna 14. juni við einum báti við flóttafólki, sum sakk, meðan grikska sjóveran var nærindis.
104 fólk eru bjargað, men tað vóru kanska 750 fólk umborð.
Hendingin tykist tó ikki at hava havt serliga ávirkan á valið, skrivar AFP. Heldur ikki tokvanlukkan í februar, sum kravdi nógv mannalív, og sum vísti, hvussu ringu støðuna hja almennu flutningsskipanini í Grikkalandi, hevur forða Mitsotakis at vinna valið.
Sjálvt um inflatiónin hevur verið ein av stóru stúranunum í landinum, fingu áheitanirnar frá Alexis Tsipras til lønarhækkingar ongantíð vind í seglini.
Fyri nógvar veljarar er hann sambært AFP framvegis tann forsætisráðharrin, sum næstan fekk landið úr evruni.
/ritzau/