Fríggjakvøldið kl. 20.00, verður konsert í Tøting í Syðrugøtu, sum Grót og Summartónar í felag skipað fyri.
Ársins G! Festivalur er júst av, og fólk í túsundatali hava í fleiri dagar vitjað í Gøtu.
Millum nøvnini á ársins G! Festivali vóru Marstin & The Revelators og Cody. Tey, ið ikki eydnaðust at hoyra hesar bólkar á G!, fáa nú høvið at hoyra teir í Tøting. Men annar tónleikur verður eisini á skránni fríggjakvøldið.
CODY er bólkurin, sum danin Kaspar Kaae stovnaði í ár 2004. Alternativi countrybólkurin gav út sína fyrstu EP í januar 2009, og fekk hon 5 út av 6 í metingum frá donsku miðlunum. Bólkurin varð skýrdur at vera ein av teimum bestu á Roskilde Festivalinum í 2009, og góvu teir seinni á árinum fyrstu flöguna Songs út. Hendan rakk topp10 listar um at landið, m.a. á listanum hjá Gaffa.
(Kelda: www.gfestival.fo)
Marstin & The Revelators:
Við eini eini blanding av fólkarokki og elementum frá blues- og country tónleikinum við íblásturi frá Johnny Cash, Bob Dylan og Nick Cave, vísa Marstin & the Revelators alt frá góðum grooves og hjartanemandi balladum, til upplyftandi sjónleikir og argandi sögum.
Síðani bólkurin byrjaði at spæla saman í 2008 hava hesir væl klæddu ungu menninir spælt konsertir á festivalum í Onglandi, Íslandi, USA og Föroyum. Teir hava vunnið tríggjar kappingar í Stóra Bretlandi og hava fingið mannfjöldir at dansað og sungið um alt Bretland.
Marstin & The Revelators, útgóvu teirra fyrstu fløgu á ársins G! Festivali. Heiti á fløguni er "Fruit and animals", og verður at fáa til keyps á konsertini fríggjakvøldið.
Hesum boða fyrireikararnir frá.