Framførd verða verk eftir Giovanni Pergolesi og Johann Sebastian Bach
Leygardagin og pálmasunnudag, 15. og 16. apríl, verða konsertir í Klaksvík, Gøtu og í Havn við sopransangarinnuni Daisy Johannesen og altsangarinnuni Elsu Súsonnu Dalsgarð. Tær fara at framføra sakralt verk eftir barokktónaskaldinum Giovanni Pergolesi. Hesin var føddur í Jesi, ein lítil bygd í nánd av Napoli í 1710, og gjørdist hann heilt ungur kapelmeistari og urguleikari við kgl. kapellið í Napoli. Men honum varð ikki langt lív lagað; longu í 1738, bert 28 ára gamal andaðist hann av tuberklasjúku. Men hóast stutta lívstíð, so fekk hann avrikað nógv. Ikki færri enn 15 operaverk, 12 kantatur, 30 triosonatur, sinfoniir og konsertir, 6 messur og rúgvu av øðrum kirkjuligum verkum, legði hann úr hondum. Áðrenn hann doyði í einum kapucinarakleystri, hevði hann skrivað týdningarmesta og helst vakrasta verk sítt, ?Stabat Mater? (Guðs móðir stóð við krossin), fyri tvær kvinnurøddir, strúkarar og cembalo/urgu, og er tað júst hetta verkið, tær báðar Daisy og Elsa Súsanna, fara at framføra. Konsertirnar verða soleiðis, at leygardagin verður framførsla í Christianskirkjuni í Klaksvík, og sunnudagin í Gøru kirkju og ED Vesturkirkjuni í Havn. Umframt ?Stabat Mater?, verður á skránni eisini Brandenburgkonsert nr 3 av Johann Sebastian Bach. Hetta er soloverk fyri 9 strúkarar, og eru tað limir úr Føroya Symfoniorkestri, sum koma at framføra verkið, umframt at teir eisini spæla undir til verkið eftir Pergolesi. Nær á degnum konsertirnar vera, verður lýst seinni.