Í kvøld, hóskvøldið 26. august, kl. 19.30 verður konsert við finsku Mirju Klippel í Listastovuni.
Mirja syngur um kærleika, kríggj og longsul. Um skógir, vøtn og djór. Hon syngur um lívið sum reikfólk, um samhuga og tað at ongantíð rættiliga hoyra heima nakrastaðni. Orð hennara eru ein røð av sterkum kenslum, sum bresta, tá hannara djúpa langtandi rødd og spanski gittari renna saman við falsettini hjá Alex Jønsson og hansara livandi el-gittarspæli.
Við tónleikinum sum heimstað og heimin í bakgarðinum, hevur Mirja seinastu árini verið á konsertferð í m.a. Týsklandi, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Svøríki og Sveis.
Í 2014 varð hon liðug á Sibelius Akademinum í Finnlandi og á háskúlanum fyri drama og tónleik í Stokkhólmi. Mirja spælir uppá fleiri instrument so sum klaver, gittar og trummu.
Mirja er við á fleiri útgávum, m.a. hjá I think you're awesome, Kristina Issa, Duo Kämmi og síni fyrstu soloútgávu "Lift your lion", sum kom út í 2016. Hendan útgávan gjørdi at hon sama árið varð kosin at vera "Songwriter of the year" við Danish Music Awards Folk, umframt at hon var í uppskoti til virðisløn fyri "Best New Folk Act".
Við nýggjastu útgávuni sum hon gav út fyrr í ár Slow Coming Alive, leggur hon enn einaferð afturat sínum fjølbroytta alternativa og poetiska fólkatónleiki, og heldur fram við at víðka mørkini í sangskriving sínari.
--
Søren Manscher er danskur sangari og sangskrivari, ið er serliga virkin í Keypmannahavn. Hann spælir í SALT í kvøld klokkan 20.00.
Summarið/heystið 2019 var Søren í Føroyum og skrivaði løg saman við føroyskum tónleikarum, m.a. Teiti Lassen, Mariusi Ziska og Leu Kampmann - løg, sum snúgva seg um gerandis ting; sangir um parlag, at lenda við Atlantic Airways og at navigera sum gestur í einum nýggjum landi, sum ein ynskir at gerast partur av.
Til Summartónar 2021 sær tónleikur hansara av álvara dagsins ljós, tá sangirnir verða settir út fyri eina trio.
Við Alex Jønsson við sína lið tekur hon áhoyraran við inn í eitt organiskt og atmosferiskt univers, har persónligu lívsroyndirnar lata upp fyri psykologiskum dýpdum, og har intim rúm ganga hond í hond við rá og vill landsløg.
##med2##