Konsertir í Glyvra Kirkju og í Fríðrikskirkjuni

Nú sunnudagin 10. desembur verður konsert í kirkjuni á Glyvrum seinnapartin og í Fríðrikskirkjuni um kvøldið

 

Føroyskt jólaoratorium á Glyvrum

Sunnudagin 10. des. klokkan 16.00 verður kórverkið "Føroyskt jólaoratorium" av Jóhan Mortensen framført í kirkjuni á Glyvrum. Verkið varð skrivað til jóla í fjør og frumframført í Fríðrikskirkjuni. Aftrat frumframførsluni vóru tvær aðrar konsertir. Nú skal hetta kórverkið so framførast á fyrsta sinni á Glyvrum, og ætlanin er at hava bert hesa einu framførsluna.

Verkið er upprunaliga skrivað fyri ferræddað kór og strúkarar við tveimum tvørfloytum. Í kirkjuni á Glyvrum verður verkið kortini framført við orgulfylgispæli og ikki við strúkarum. Tað er Símun Hammer, organistur við kirkjuna í Gøtu, ið henda dagin kemur at sita við orglið. Tær báðar, Bodil og Fríðhild, ið hava gjørt so nógv vart við seg innan musikk-lívið á Skálafjørðinum, fara at spæla tvørfloytu. Sangararnir eru so at siga allir teir somu sum í fjør. Tvær duettir og tvær soloir eru í verk-inum. Kvinnurøddina syngur Berghild Poulsen (Begga), og Hannis Hansen tekur sær av mansrøddini.


Konsertin í Fríðrikskirkjuni

Um kvøldið klokkan 20.30 verður so konsert í Fríðrikskirkjuni. Manskórið á Skálafjørðinum, sum eisini syngur nakrar sangir til framførsluna á Glyvrum, eigur høvuðspartin av skránni í Fríðrikskirkjuni og fer at framføra bæði gamalt og nýtt m.a. "Ave Maria" av Franz Schubert, har Marita Joensen fer at syngja solo saman við kórinum. Fylgispælið til "Ave Maria" fer Andrea Mortensen av Argjum at hava.

Framhaldsdeildin í Runavík hevur við vælvild frá leiðslu og lærarum eitt skúlakór, ið einir fjøruti av næmingunum, ið har ganga, syngja við í. Skúlakórið fer at syngja nakrar sangir saman við tónleikarunum Hjalta Joensen og Jákup Olsen. Maria og Morid, næmingar í musikkskúlanum, sleppa eisini at royna seg við tvørfloytunum. Kórið fer eisini at syngja "Ave verum" av Mozart.

Ein riðil av børnum syngur í skúlakóri í skúlanum á Glyvrum. Hesi børnini sleppa at syngja við í einum risastórum kóri, ið verður mannað við sangarum úr Manskórinum, Jólaoratoriumskórinum, Skúlakórinum í Runavík og Skúlakórinum á Glyvrum. Hetta kórið fer saman við tónleikarum at enda konsertina við trimum løgum.

Kórleiðari hjá øllum kórunum er Jóhan Mortensen.