Konsertir

Konsertir við Eivør Pállsdóttir og Shalder Geo

Í gjárkvøldið, hóskvøld, spældi Eivør Pálssdóttir Kvartett í Kleopatra í Havn.

Nú halda tey fram konsertferðina. Vegna veður, var konsertin í síðstu víku í Gøtu flutt. Um vikuskiftið fara Eivør Pallsdóttir Kvartett og Shalder Geo á pall í Losjuni í Gøtu. Grót skipar fyri konsertini, sum er í kvøld, fríggjakvøld klokkan 20:00.

Leygarkvøldið spæla bólkarnir í Atlantis í Klaksvík. Henda konsertin verður klokkan 20:00.