Konsertin við Karsten Vogel og øðrum ókeypis

Áður hevur verið lýst við konsert við Vogel, Føgrum Fuglum og K-trio á Seglloftinum, men nú er konsertin partur av 1. mei haldinum har, og er sostatt ókeypis Lýst var við stórari jazzkonsert við Karsten Vogel, Føgrum Fuglum og K-trio, og at eitt heildartilboð við ferð og uppihaldi í Suðuroynni eisini var til taks.

Men hesar ætlanir eru nú broyttar. Orsøkin er, at stórt 1. meidagshald verður á Fiskaplássinum uttanfyri hjá Thomsen á Tvøroyri, og eftir røður og annað, verður so konsertin. Hon er partur av tiltakinum, og er sostatt almenn og ókeypis.

Bæði Pubbin og Seglloftið hava eisini tónleik út á náttina, tí á Pubbini spæla Hjalmar og Neil og á Seglloftinum fara Trúgvi og Dagfinn at spæla eftir konsertina.