Hvar heldur tú nýggjár og verður okkurt gjørt burturúr?
- Nýggjársaftan eru vit nakrar vinkonur, sum fara at hugna okkum heima hjá einari okkara, sum býr í Rabarbukvarterinum. Tað hava vit gjørt tey síðstu mongu árini. Vit eta góðan mat, og á midnátt fara vit út á altanina at drekka sjampanju og njóta útsýnið til fýrverkið. Vit bresta einki sjálvar.
Tað sigur Elin Brimheim Heinesen í Havn.
Hon vísir á, at hon er eitt sindur stúrin um hundin hjá sær, Kurlu, sum er sera bangin fyri fýrverki. Hon roynir at linna ræðsluna hjá hundinum við at koyra rullugardinurnar niður fyri vindeyguni og skrúva útvarpið for frá.
##med2##
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2022?
- Tað er so heilt víst tann stóra konsertin hjá mær leygarkvøldið hin 12. november í ár, har eg sang fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum saman við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, kórinum Tariru og Tórshavnar Manskóri, umframt italska konsertpianistinum, Enzo De Rosa, ið hevur hjálpt mær at seta tey seks løgini út fyri symfoniorkestur, sum eg havi gjørt til yrkingar hjá pápa mínum, Jens Paula Heinesen.
Elin Brimheim Heinesen sigur, at konsertin var heiðurs fyri pápan í samband við, at 90 ár eru liðin, síðan hann var borin í heim.
- Eg havi droymt um at syngja saman við einum symfoniorkestri, síðan eg var smágenta. So tað var heilt fantastist og ótrúliga rørandi at uppliva, nú tað endiliga hendi. Tá allir áhoyrararnir reistu seg upp at klappa í takt til endans, streymaðu tárini niður eftir kjálkunum. Eg nýti høvi her at takka øllum so hjartaliga, sum hava stuðlað mær í at fremja hesa verkætlanina.
Hvat var tað keðiligasta í 2022?
- Tað, at totalitarisma og despotar taka seg fram í heiminum, sum m.a. hevur ført til kríggið í Ukraina. Hetta hevur gjørt heimin til eitt ótryggari stað fyri øll. Vit merkja eisini avleiðingarnar her í Føroyum, nú alt er vorðið dýrari. Eg keypti hús í fjør og siti eitt sindur tyngri í tí nú. Inflatiónin hevur ikki gjørt tað lættari, tí eg eri einsamøll um alt. Men, eg klári meg enn.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023?
- Eg vóni so inniliga, at vit fáa frið í heiminum, og at fólkaræðið vinnur frama í teimum londunum, har fólk eru kúgað og liva í ófrælsi og ræðslu fyri teimum ráðandi.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg lovi einki, men eg havi ætlanir um at venja meira og klænka meg. Nú fáa vit at síggja, hvussu gongur, sigur Elin Brimheim Heinesen brosandi.