Tvær stórar konsertir við Frændum og Føroya Symfoniorkestri eru í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Tann seinna er nú framskundað, siga fyrireikararnir.
Konsertin sunnukvøldið er flutt frá kl. 20.00 til kl. 16.00 sunnudagin 31. oktober.
Orsøkin til, at konsertin var løgd sunnukvøldið kl. 20.00, var fyrst og fremst tann, at hetta passaði best fyri Sjónvarp Føroya. Nú tá ið Sjónvarp Føroya hevur valt ikki at senda beinleiðis frá konsertini sunnukvøldið, so meta fyrireikararnir, at tað er best at hava konsertina kl. 16.00 ístaðin.
Konsertin verður væntandi liðug umleið kl. 17.30 sunnukvøldið. Hetta fer tískil at gera tað lættari at sleppa heimaftur hjá avbygdafólki.
Konsertin leygarkvøldið er útseld og bert nøkur heilt fá atgongumerki eru eftir til sunnudagin kl. 16.00. Seld verða umleið 650 atgongumerki til hvørja konsert. Útvarp Føroya sendir beinleiðis frá konsertini sunnudagin kl. 16.00. Dyrnar lata upp 1 tíma áðrenn hvørja konsert. Ongi atgongumerki verða seld við dyrnar, siga fyrireikararnir.










