Um kvøldið klokkan 20:30 sama dag verður konsert í Fríðrikskirkjuni við aðrari skrá. Manskórið á Skálafjørðinum fer at eiga høvuðsleiklutin á hesari konsertini. Skúlakórið í framhaldsdeildini í Runavík fer eisini at syngja nakrar sangir. At enda fer eitt heilt stórt kór at syngja, mannað við sangarum úr Jólaoratoriumskórinum, Manskórinum á Skálafjørðinum, Skúlakórinum í Runavík og øllum teimum, ið syngja í Skúlakórinum á Glyvrum. Starvsfelagin hjá okkum, Marita Joensen, fer sum solistur saman við manskórinum at framføra yndisliga og vælkenda verkið “Ave Maria” av Schubert. Tit skulu kenna tykkum hjartaliga vælkomin.
Jóhan Mortensen