Konsert við íslendska Ármann og føroyska Jóhannes

Norðurlandahúsið verður karmur um eina konsert við norðurlendskum verkum.

Sunnudagin 27. september verður skipað fyri konsert, har íslendski klarinettleikarin Ármann Helgason spælir konsert í Klingruni saman við føroyska klaverleikararnum Jóhannesi Andreasen. 


Ármann er kendur íslendskur klarinettleikari. Hann er útbúgvin á Royal Northern College of Music í Manchester og hevur eisini lisið í London og París. Hann hevur spælt konsertir víða um lond og hevur m.a. tikið klarinettkonsertirnar hjá Mozart og Copland upp saman við íslendska symfoniorkestrinum. Ármann spælir við í tónlistabólkunum Camerarctica, Caput, Chalumeau Trio og Hnúkaþeyr og hevur fyrr spælt í Føroyum saman við Aldubáruni. 


Jóhannes hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum í nógv ár. Hann er útbúgvin klaverleikari frá Hochschule für Musik und darstellende Kunst í Wien og hevur lisið víðari m.a. á International Menuhin Music Academy í Sveis. Jóhannes er stovnandi limur í Aldubáruni og framførir javnan sum solistur, í smærri tónlistabólkum og við Føroya Symfoniorkestri og hevur givið fløgur út á týskum, donskum og føroyskum plátufeløgum. 


Skráin til konsertina í september verður í høvuðsheitum norðurlendsk við verkum eftir m.a. Þorkell Sigurbjörnsson, Kára Bæk og Einojuhani Rautavaara. Finalan verður romantiska sonatan í Ess-dur eftir Johannes Brahms.