27. apríl fara Beinir og bólkur hansara at spæla teirra fyrstu konsert á Hotel Cecil í Keypmannahavn.
Í heyst gav Beinir út fyrsta staklagið Greener av komandi heildarútgávuni. Greener, sum snýr seg um at kasta seg út í tað ókenda og møta broytingum á veg móti dreyminum, kom ímillum 10 mest spældu sangirnar í donskum útvarpi. Í februar gav Beinir út annað staklagið Romeo, sum nú er í umferð í donskum radio og eisini er sera væl móttikið.
Beinir hevur fingið góð skoðsmál í donsku tónleikatíðarritunum Gaffa og Bands of Tomorrow. Um framførsluna hjá Beinir á Uhørt skrivaði Bands of Tomorrow: “Alene på scenen indtog færøske Beinir scenen med sin guitar og leverede en af lørdagens bedste koncerter. Med imponerende guitarspil og en drum-pedal, fyldte Beinir Skatescenen ud med sin fantastiske sangstemme og velskrevne numre.”
Forsølan til konsertina á Hotel Cecil 27. apríl gongur væl.
Til ber at keypa atgongumerki her: https://www.hotelcecil.dk/datoer/beinir