Konsert við Tvøroyrar Hornorkestur

Í kvøld verður konsert við Tvøroyrar Hornorkestri á Seglloftinum á Tvøroyri. Orkestrið er nú mannað við nógvum ungum limum, og tey eru ikki bara úr bygdini, men eisini sunnaní frá.

 

Nøkur av teimum gomlu eru eisini við og tilsamans eru tey 19 í orkestrinum. Onkur gestaspælari er eisini við.

 

Tey, sum eru í orkestrinum venja tvær ferðir um vikuna, og hava harafturat eykatímar.

 

-Vit eiga at taka hattin av fyri orkestur limunum, sum ofra so nógv tíð til tónleikin, og so eiga vit eisini at møta til konsertirnar, sum tey framføra tvær ella tríggjar ferðir um árið, sigur Tróndur Enni.

 

Konsertin byrjar kl. 19.30.