Í døgunum 20. til 22. juni 2013 verður á fyrsta sinni skipað fyri Vestmannadøgum. Talan er um eitt trivnaðar- og mentanartiltak.
Í sambandi við hesar dagar verður konsert í Vestmanna Kirkju við Vestmanna Sangkóri, Vestmanna Kirkjukóri og Húsakórinum úr missiónshúsinum.
Skráin verður fjølbroytt við lættari summartónum og andaligum sangi. Konsertin verður kl. 19 hóskvøldið og er ókeypis.










