Konsert við solosangi í Miðvágs kirkju

Sunnudagin klokkan 19 heldur Vestmanna Kirkjukór stórfingna konsert í Miðvágs kirkju. Saman við kórinum luttaka við solosangi Rúni Brattaberg, Súsanna Brattaberg og ársins songrødd, Birita Poulsen.

Kórleiðari er Erla Olsen.

Vestmanna Kirkjukór er júst afturkomið av ferð í Íslandi, har áhugin fyri kórinum var stórur. Bæði leiðslan fyri Dómkirkjuni í Reykjavík og fyri Halgrímskirkjuni høvdu bjóðað kórinum at syngja.

Leggjast kann aftrat, at guðstænastan í Hallgrímskirkjuni var send beinleiðis í íslenska ùtvarpinum og á alnetinum.

Í Miðvágs kirkju verða fleiri av sangunum frá íslandsferðini at hoyra og aðrir eisini.

Konsertin í Miðvágs kirkju verður í annaðkvøld klokkan 19.