Fríggjakvøldið 17. apríl fer føroyski X-Factor vinnarin Linda Andrews á pall í Norðurlandahúsinum Norðurlandahúsið er karmur um konsertina, tá Linda Andrews 17. apríl kl. 20.00 spælir sína fyrstu konsert í Føroyum, síðan hon vann X-Factor finaluna.
Eftir nógvu framførslurnar við dugnaligu X-Factor tónleikarunum í glæsiligu kørmunum í DR-Býnum, vilja fyrireikararnir tryggja sær, at konsertin livur upp til høgu vónirnar hjá áskoðarunum. Tí verður konsertin hildin í bestu kørmum, ið vit kunnu bjóða í Føroyum. Tónleikararnir eru eisini teir fremstu, ið vit eiga: Kim Hansen á klaver, Jens Marni Hansen á gittar, James Olsen á trummum, Jóhannus á Rógvi á bass, mannaðu í nógv ár Showmenn, og fara nú á pall aftur við Lindu, við sær hava teir Finn Hansen á keyboard og blásararnar Ólav Olsen og Konni Kass.
Á skránni eru sjálvandi øll løgini, sum Linda hevur sungið seg inn í hjørtini á føroyingum og dønum við, hesi seinastu fríggjakvøldini, meðan X-Factor-kappingin hevur verið sýnd. Harumframt verða onnur løg, ið vit kenna frá Lindu.
Avmarkað atgongd
Navnið Linda Andrews ljóðar ikki beinleiðis føroyskt, men handan altjóða kenda navnið goymir Linda Andreassen úr Havn seg, so tá Linda 17. apríl fer á pall í Norðurlandahúsinum í Havn, verður tað sostatt ein kensluborðin løta, har havnargentan kemur heim og syngur á sínum egna heimavølli. Einans 600 atgongumerki verða seld. Til ber at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.
Forsølan byrjar hóskvøldi 02.Apríl kl 20.00