Konsert við Kvintett Lýðveldisins

Kvintett Lýðveldisins (Íslands) er ein bólkur, sum syngur íslendsk heimstaðarløg, tjóðløg og poppløg. 20. til 22. mars er bólkurin á konsertferð í Føroyum

 

Heystið 2008 stovnaðu fimm ungir sangnæmingar í Söngskólanum í Reykjavík kalla-songbólk við tí endamáli at syngja hevdbundin løg. Sangurin skuldi ikki hava undirspæl, heldur vildu teir syngja ?acapella?. Íslendsk heimstaðarløg, tjóðløg og poppløg skuldi songbólkurin syngja, og soleiðis kom eisini hetta háfloygda navnið: Kvintett Lýðveldisins (Íslands). Kvintettin hevur sungið alment og í meira avmarkaðum høpi. Løg og tekstir hjá Kvintett Lýðveldisins (Íslands) eru eins viðkomandi í dag, og tá ið kallakvartettir og songbólkar førdu tey fram á sinni. Sangararnir eru í aldrinum 20-25 ár. Teir eita: Magnús Jónsson (1. Tenor), Oddur A. Jónsson (2. tenor), Andri Björn Róbertsson (1. bassur), Pétur O. Heimisson (2. bassur) og Aron Axel Cortes (1. og 2. bassur).

 

Sangbólkurin kemur til Føroya hósdagin og framførir á trimum konsertum:

 

Kvintett Lýðveldisins (Íslands) syngur í Býráðshøllini í Klaksvík fríggjadagin 20. mars klokkan 20, í Listasavninum á Sandi leygardagin 21. mars klokkan 17 og í Norðurlandahúsinum í Havn sunnudagin 22. mars klokkan 16.