Í komandi viku fer Jens Marni at hava konsert í sera væl umtóktari tónleika-cafe mitt í Keypmannahavn.
Jens Marni Hansen skal hava konsert í Danmark tann 7. og 9. oktober mitt í Keypmannahavn í einari tónleika-cafe, ið eitur Drop Inn, har nógvir dugnaligir og framkomnir danskir tónleikarir hava spælt.
Hendan konsertin kom í lag, tá Jesper Mortensen, sum hevur spælt trummur hjá kendu donsku stjørnunum Annu David og Rasmus Seebach, spurdi Jens Marna, um hann var áhugaður at spæla konsert í Danmark, og Jens Marni játtaði. Á konsertini fer hann at spæla sangir av fløgu síni ?The right way? og granprixlagið ?Gloria?.
Annars hevur hann ikki nakrar aðrar konsertir á skránni uttanlanda, og hann sigur, at hann síðani fer at hugsa um tær konsertirnar í Føroyum, sum verða um jólini. Í komandi ári fer hann undir eina nýggja fløgu, har løgini fara at merkjast av sama stíli, sum á tí fyrru fløguni ?The Right Way?.
Jens Marni sigur seg ikki hava nakað annað í væntu, men hann er opin fyri nýggjum tilboðum og áheitanum. Hann roynir at koma meira fram við tónleikinum uttan fyri Føroyar og Danmark, og tað kunnu slíkar konsertir hjálpa honum við. Hann tekur tað, sum tað kemur og vónar tað besta í framtíðini.










