Konsert við Guðrun & Bartal í Sirkus

Í morgin kl. 21:00 verður konsert í Sirkus við Guðrun & Bartal. Sirkus leggur nærum hvørja viku høli til øðrvísi framførslur av ymsum slag, og hesaferð eru tað tey bæði Guðrun & Bartal, sum eiga pallin í Sirkus.

 

Barrin í miðbýnum hevur ein heilt serstakan hugna, sum kann rúma alt frá teknotónleiki til yrkingaupplestur.

 

Guðrun & Bartal vunnu tónleikakappingina Sement 2011, og varð tað startskotið til eitt hendingaríkt tónleikaár hjá duoini. Tey hava spælt fleiri konsertir kring landið, og gjørdist nummar tvey til sangskrivarakappingina hjá Amnesty, við lagnum ’Hygg rundan um’.

 

Umleið somu tíð Sement 2012 fer av bakkastokki, fara Guðrun & Bartal at hugleiða við vøkrum og kenslubornum tónleiki í Sirkus.

 

Hesum boða fyrireikarar frá.