Konsert við Guðrið Hansdóttir í Leikalund

?Ein øðrvísi tónleikaferð í Leikalund? heldur fram komandi leygarkvøld kl 20, og tað verður tað Guðrið Hansdóttir, ið stendur fyri tónleikinum. Á konsertini 17. oktobur framførir Guðrið Hansdóttir løg, sum hava givið henni íblástur. Harafturat spælir hon løg av nýggjastu fløguni The sky is Opening.

Karmur um intim-konsertina við Guðrið Hansdótir verður Spaniastova, elsti partur av gamla einahandlinum.

 

 

Kafein verður opin og høvi verður at ogna sær fløgu frá Guðrið Hansdóttir.